05.11.25

Seyðabløðrukappingin 2025

Trýst her

So er seyðabløðrukappingin hjá skúlabókasavninum liðug og vinnararnir eru funnir. Inn komu 94 bløðrur frá 45 næmingum og fýra lærarum. Størstu bløðruna hevði Ólavur í 4. flokki latið inn. Tyrni í 6. flokki vann lutakastið í millum øll tey, sum komu við bløðrum. Tyrni kom við 7 bløðrum. Bókasavnið takkar fyri góða undirtøku.