Myndatøka 28/10
Faldari um Skúlan við Streymin
Góðu foreldur/verji
Týsdagin 28/10 fer fotografur at taka løtumyndir í skúlanum í grund- og miðdeild.
Sum nevnt á felagsforeldrafundinum, eru vit í gongd við at gera faldarar við kunning um skúlan og skulu myndirnar nýtast til at prýða hesar faldarar.
Talan er um eini 10-20 myndir, so tað verða ikki øll, sum koma á hesar løtumyndirnar, umframt eina felagsmynd av hvørjari deild sær. Tað er ikki neyðugt at møta tilgjørd/ur í skúla, tí vit ynskja ikki uppsettar myndir, men heldur myndir, sum endurspegla dagligdagin.
Gevið gætur:
Um tit IKKI ynskja, at barn tykkara er á myndum, mugu tit kunna leiðsluna umvegis fráveruskipanina á heimasíðuni seinast mánadagin 27/10.
Somuleiðis mugu tit sjálvi siga við barn tykkara, at tað ikki skal við á myndir.
Vit gleðast um, at faldarin til grunddeildina ætlandi verður klárur fyri jól.
/ Leiðslan