01.07.25

Starvslýsing eftir námsfrøðingi til Lonina

Les meira

Námsfrøðingur til sertilboðið Lonin í Skúlanum við Streymin

 

Eitt námsfrøðiligt tíðaravmarkað starv skúlaárið 2025-2026

·         1 starv við setanarbrotinum 0.75 ella 30 t/v til serflokk

Søkt verður eftir námsfrøðingi, sum:

·         Hevur royndir innan serøkið

·         dugir at samstarva

·         er fyrikomandi

·         sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingunum

·         torir at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini

·         hevur áræði til at taka ábyrgd

Lønar- og setanartreytir:

Námsfrøðiligu tímarnir í sertilboðnum í skúlanum verða løntir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag eftir hesum lønarflokkum:

·         námsfrøðingar í sertilboði verða løntir í lønarflokki 13, 15, 17, 19 og 21

 

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. juli 2025.

Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: svs@svs.fo

 

Nærri  kunning um starvið fæst við venda sær til Marjun I. Stauss, skúlastjóra, á tlf. nr. 267069, ella við at senda teldupost til marjun.stauss@skulin.fo