27.05.25

Motorlæra

Tað er við stórari gleði, vit loksins hava fingið karmarnar til undirvísing í motorlæru.

Seinastu 2 árinin hevur verið roynt at fáa hetta í lag.

Á býráðsfundi mán. 26/5 var samtykt, at skúlin kann brúka Messuna "hinumegin brúnna" - á Streymoynni til virksemið skúlans.

Nú verður farið undir at skaffa motorar, amboð og útgerð, so vit komandi skúlaár kunnu bjóða lærugreinina út.

Síðsta ár ynsktu 22 næmingar fakið og í ár vóru uml. 15-17 næmingar, sum ynsktu motorlæru.

 

Vegna skúlan takka vit býráðslimunum fyri vælvild og stuðul til frama fyri ungdómin í kommununi.

Leiðsla skúlans, Marjun