Boðklivin

Nakrar myndir frá 12.03.'26, listavitjan

Listaleypurin hevur verið og vitjað. Síðsti dagur var í dag, og her síggjast nakrar myndir frá næmingum og avrikum teirra, sum nú hanga uppi í stovunum. Næmingarnir hava lært at binda, hekla, fingrabinda og mangt annað, sum síðan er evnað til list.

Stuttligt at síggja, hvussu væl tey megnaðu at vera í støðuni og hugsavna seg um at skapa við tógvi, bondum, stáltráði o.ø.

Vit takka Maibritt og listaleypinum fyri hesa serstøku uppliving.