Royndir

  • Skrivliga Jólaroyndin 2021 (Hádeildin): verður í Ítróttarhøll skúlans týsdagin 30. novembur – fríggjadagin 03. desembur 2021
  • Landsroyndin 2022 (4. og 6.fl.) verður týsdagin 3. mai – hósdagin 5. mai 2022

Hjálpitól

Innritan til talgildu royndirnar

Framseting (stílar)

Allir hjálparmiðlar eru loyvdir, eisini teldutøkar orðabøkur og rættstavara.
Gevið tykkum tíð at lesa stílin væl og virðiliga, so úrslitið gerst so gott sum gjørligt. 

Uppseting av framseting (stíli) í føroyskum, donskum og enskum

  • Skriva við ”Times New Roman”
  • Yvirskrift við stødd 16, og tekstin annars við stødd 12
  • Reglumillumrúm 1.5
  • Reglubrot skulu vísast við dupultum regluskifti
  • Breddin skal vera líka í høgru og vinstru síðu

Vegleiðandi stílalongd:

Føroyskt og danskt:
7.fl 1700 – 2600 tekn við millumrúmum
8.fl 2600 – 3700 tekn við millumrúmum
9.fl 3700 – 4900 tekn við millumrúmum
10.fl 4900 – 6100 tekn við millumrúmum

Enskt:
7.fl 1600 – 2100 tekn við millumrúmum
8.fl 2100 – 2500 tekn við millumrúmum
9.fl 2500 – 3700 tekn við millumrúmum
10.fl 3700 – 6100 tekn við millumrúmum

Gevið tykkum tíð at rætta stílin væl og virðiliga, so úrslitið gerst so gott sum gjørligt

Støddfrøði (greiðslurokning)
Í greiðslurokning verða uppgávurnar loystar við hond. Forvavn, eftirnavn, flokkur og lærugrein umframt FirstClass eyðkenni skal tilskilast á øllum ørkunum + øll innlatin ørk skulu vera leypandi talmerkt

Allir hjálparmiðlar eru loyvdir. Tó er als ikki loyvt at nýta talgild avritingarforrit t.d. Photomath  

Støddfrøði (fimisrokning)
Næmingurin hevur ikki loyvi til at brúka lummaroknara (heldur ikki roknara á teldu) ella talgild avritingarforrit í fimisrokning.

Einki netsamband - mist netsamband til Wiseflow

innlesa eina wf-fílu, um næmingurin hevur mist samband  GG! Ikki dagføra (refresha) kagan (t.d. Chrome) sum tú brúkar 

Frymlar til framseting

Býtislykil - umrokningartalva