20.12.21

Jólasøgukapping í desembur

Okkara skúlabókasavn hevur skipað fyri eini jólasøgukapping í desembur.

Nógvar fittar, stuttligar og spennandi jólasøgur komu inn, og dómsnevndin valdi hesar tríggjar søgurnar at vinna jólasøgukappingina 2021: "Jólabørn" eftir Sirið Johannessen "Tað dansandi jólatræið" eftir Sonju S. Hellisá "Mín jólasøga" eftir Sámal í Homrum Sirið vann bókina "Jólagrísurin" eftir J.K. Rowling, Sonja "Harry Potter - eitt gandakent ár" eisini eftir J.K. Rowling og Sámal nýggju føroysku ungdómsbókina "Rimarúmið" eftir Elina Michelsen (Anna Gaardlykke tók ímóti vinninginum hansara vegna).

Øll, tey sum luttóku í jólasøgukappingini, vóru við í einum lutakasti um 4 atgongumerki til Havnar bio. Hetta lutakastið vann Margretha í 6. flokki.

Eisini hevur skúlabókasavnið havt ein jólakalendara liggjandi á heimasíðuni í desembur, har næmingarnir hvønn dag hava fingið ein nýggjan spurning til eina bók á www.atlantbib.org. Undirtøkan hevur verið sera góð í ár.

Trekt varð millum øll innkomnu svarini, og vinnarin gjørdist Vón í 3. flokki. Hon vann borðspælið "Ticket to Ride".