14.12.21

Kunningarskriv til øll foreldur at lesa

Góðu foreldur

Sum øllum kunnugt hevur hendan tíðin hjá okkum verið merkt av sorg, nú Bjørk er farin. So tað er við samkenslu, at vit skjótt senda tykkara børn heim í jólafrí.

Tað er týdningarmikið, at tit vita, at allar reaktiónir eru vanligar í slíkari støðu, bæði tær strævnu og tær góðu kenslurnar. Tað er heilt vanligt, at børn og ung, eins og vit vaksnu, í slíkum støðum, til tíðir eru heilt yvirtikin av sorgfullu hendingini, og til tíðir liva sum um onki var hent. Tí er tað gott fyri okkara børn og ungu, um vit minna tey á, at vit reagera ymiskt, og hjálpa teimum at gera og hugsa tað, sum styrkir, uggar og ger væl.

Eftir nýggjár fara vit at bjóða tykkum, næmingum og foreldrum, at savnast her á skúlanum. Tit skulu vita, at vit, sum skúli, saman við heilsufrøðingi, prestum, og kreppuhjálp frá Sernámi og Námi, eru hjá tykkum hesa tíðina.

Um tit hava tørv á bráfeingis hjálp, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Mirjam Zachariasen á tlf. 722382.

Nú tit fara í jólafrí, vilja vit ynskja tykkum øllum eini Gleðilig jól og eitt Gott nýttár. Vit koma aftur til ein øðrvísi gerandisdag í skúlanum í januar. Hetta fara vit at tillaga okkum, samstundis sum vit fara at skipa skúladagin, so vanligt sum tilber.

Skúlin við Streymin