14.06.21

Varaskúlastjóri til Skúlan við Streymin

Søkt verður eftir varaskúlastjóra í tíðaravmarkað starv frá 1. aug. 2021 til 31. juli 2022

Í Skúlanum við Streymin eru 221 næmingar í 1. – 10. flokki umframt serskúlatilboð. Umleið 40 starvsfólk arbeiða á skúlanum.

Í Skúlanum við Streymin leggja vit dent á:

• læring, menning, trygd og trivnað
• eitt mennandi samstarv millum heim og skúla
• at kveikja áhugan hjá næmingunum fyri læring

Talan er um eitt spennandi starv við nógvum skiftandi avbjóðingum, har tú saman við leiðslutoymi skúlans hevur námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans.
Arbeiðsuppgávur hjá leiðslutoyminum eru m.a.:

• at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
• at fremja eina kveikjandi og mennandi starvsfólkaleiðslu
• at virka fyri trivnaði og felagsskapsanda í skúlanum
• at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri samávirkan og samábyrgd
• at røkja fyrisitingarligar uppgávur
• umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Persónligar dygdir hjá umsøkjarum eru:

• góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt mennandi leiðslustíl
• vilja og evni at royna nýggjar leiðir, sum búgva skúlan til framtíðar krøv
• áhuga fyri avbjóðingum og førleika at taka neyðugar avgerðir
• góðan málførleika í skrift og talu, serliga í føroyskum

Starvið verður lønt í lønarflokkinum 33.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal vera Sonni Djurhuus, skúlastjóra, í hendi í seinasta lagi hósdagin 24. juni 2021, kl.12.00.

Umsóknin verður stílað til: svs@svs.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til :
Sonni Djurhuus, skúlastjóra á tlf. 212 084