02.06.21

Kunning frá heilsumyndugleikunum

Almennu tilmælini um reinføri og sosiala samveru
Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar.
Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.
Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
Minst til altíð at halda frástøðu.
Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.

Plakat_JENNY.png