Námsfrøðiligir stuðlar til Skúlan við Streymin at seta skjótast gjørligt
31.03.2021

Námsfrøðiligir stuðlar, at seta í starv skjótast gjørligt fram til summarfrítíðina 18.06.21

1 starv 10 tímar um vikuna, at arbeiða hósdag og fríggjadag frá kl.8.00.-12.30 í serflokki.
1 starv 20 tímar um vikuna, at arbeiða mánadag.-fríggjadag frá kl.8.00.-12.00 í serflokki.
Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðlum, sum:

  • helst hava royndir innan serøkið
  • duga at samstarva 
  • eru fyrikomandi 
  • sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum 
  • tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini í einum nýliga samanløgdum skúla
  • hava áræði til at taka ábyrgd

Lønar- og setanartreytir:

Námsfrøðiligu stuðulstímarnir í skúlanum verða løntir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag eftir hesum lønarflokkum:

námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-21
námsfrøðingar í sertilboði verða løntir í lønarflokki 13, 15, 17, 19 og 21
hjálparfólk verða flokkað í lønarflokkunum 3-8

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 14. apríl 2021 kl. 12.00.

Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: svs@svs.fo 

Nærri  kunning um størvini fæst við venda sær til Sonni Djurhuus, skúlastjóra, á tlf. nr. 212084, ella við at senda teldupost til sonni.oli.djurhuus@skulin.fo 

Í samanlagda Skúlanum við Streymin ganga 242 næmingar í 1. – 10. flokki. 30 lærarar og 5 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.