Thordis 25 ára starvsdag
19.12.2020

Fríggjadagin 18. desember 2020, seinasta skúladag fyri jól, fekk Thordis Dahl Hansen handað gávu í samband við, at hon hevur 25 ára starvsdag í skúlanum. Heðin Zachariasen, borgarstjóri segði nøkur orð í samband við hátíðarløtuna. Vit ynskja Thordis hjartaliga til lukku við tí stóra degnum.