Hevur tú valrætt til skúlastýrisvalið?
02.10.2020

Góðu foreldur/avvarðandi at næmingum í Skúlanum við Streymin. Tann 10. november 2020 verður skúlastýrisval og tí skulu umboð veljast í skúlastýrið fyri Skúlan við Streymin í eitt fýra ára skeið. Kunning um uppstillingarfund o.a. kemur seinni.

Skúlin við Streymin ynskir at kunna/heita á foreldur um at tryggja sær, at tey hava valrætt til skúlastýrisvalið fyri Skúlan við Streymin. Sambært kunngerð nr. 86 um at velja foreldraumboð í skúlastýri hevur hvør tann valrætt, sum hevur foreldramyndugleikan yvir barni, sum er skrivað inn í skúlan og eingin kann velja til skúlastýrisvalið, um tey ikki eru á vallistanum.

Bert tey foreldur/avvarðandi, sum standa skrásett hjá Fólkayvirlitinum at hava foreldramyndugleika yvir næmingi í Skúlanum við Streymin verða tískil skrásett á vallistanum og tað eru bert tey, sum hava valrætt. Vallistin kemur at liggja frammi alment dagar áðrenn valið og hetta verður kunnað um seinni.

Um tit ynskja at kanna og tryggja tykkum, at tit hava valrætt til skúlastýrisvalið, kunnu tit senda Jóhannu Olsen ein teldupost á johanna@sunda.fo.

Vegna Skúlan við Streymin

Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri