Ynskir tú at halda Píka7 ella Strok?
22.09.2020

Nú er tíð til at tekna hald til Píka7 og Strok

Næmingarnir í 1. til 7. flokki hava fingið tað fyrsta blaðið ókeypis. 

Píka7 er fyri næmingar í 1. til 3. flokki.

Strok er fyri næmingar í 4. til 7. flokki 

Um tit ynskja at gerast haldarar, kunnu tit fara inn á heimasíðuna https://hald.bfl.fo/

har tit kunnu tekna hald. 

Tey, sum hildu blaðið í fjør eru sjálvirkandi sett til at halda tað aftur skúlaárið 2020/2021. – Næmingarnir í 2. og 5. flokki mugu tekna nýtt hald.

Næmingar, sum ganga í 1. flokki fáa eitt ókeypis hald av Píka7 frá Sunda kommunu.

Næmingar, sum ganga í 4. flokki fáa eitt ókeypis hald av Strok frá Sunda kommunu. 

Á www.strok.fo kanst tú lesa fyrstu útgávuna av Strok.