Busskoyring til og frá skúla
14.08.2020

 

Nú støðan viðvíkjandi koronusmittuni er sum hon er, verða tillagingar gjørdar í samband við koyring til og frá skúla.

Bussarnir í Sunda kommunu koyra úr bygdunum og beinleiðis í skúla. Bussurin av Eiði koyrir sambært Leið 200, sum vanligt:

Úr Hósvík, úr Tjørnuvík og av Eiði kl. 7.30, úr Hvalvík kl. 7.35, úr Streymnesi kl. 7.35, frá Norðskála kl. 7.40 og av Oyri kl. 7.50.

Næmingarnir verða bidnir um at verða klárir hesi tíðspunkt, men væntast kann, at fráferðin onkuntíð verður eitt sindur seinkað orskað av, at bussleiðin koyrir fleiri túrar enn vanligt um morgunin.

Næmingarnir úr Eiðis kommunu, sum koyra við SSL verða bidnir um at kunna seg á ssl.fo viðvíkjandi tilmælinum um munnbind.

Einki krav er í bussinum hjá Sunda kommunu um munnbind, eins og tað heldur ikki er krav at vera í munnbindi í skúlanum. Ynskja foreldur/verjar, at næmingarnir eru í munnbindi í bussi og skúla kunnu tey tað. 

Tá farið verður heim, verða næmingarnir á Oyri/Oyrarbakka koyrdir heim við einum bussi, næmingarnir frá Norðskála við einum bussi, næmingarnir sum skulu til Langasands, Víkar og Tjørnuvíkar við bussinum, sum tey vanliga koyra við og næmingarnir úr Hósvík við einum bussi. Tá bussarnir koma aftur av Oyri og frá Norðskála verða næmingarnir úr Hvalvík og Streymnesi koyrdir heim við hvør sínum bussi.

Heitt verður á tey foreldur, sum hava møguleika at koyra næmingarnar í skúla um at gera tað. Somleiðis leggur skúlin upp til, at teir næmingar, sum hava møguleika til at ganga ella súkkla í skúla, gera tað.

Bussætlanin er at finna á heimasíðu skúlans svs.fo undir kunning og bussætlan. 

http://www.svs.fo/?p=155