Lærarastarv leyst at søkja vegna barnsburð
06.11.2020

Lærarastarv í Skúlanum við Streymin

 

Lærarstarv vegna barnsburð er leyst at søkja frá 23.11.20 og skúlaárið út

·       Talan er um eitt lærararstarv fulla tíð

Lærarin sum søkir starvið, skal kunna undirvísa í hesum fakum:

·       Støddfr. 7.-9.fl, føroyskt 7.fl, landafrøði 7.fl, enskt 9.fl, lívfrøði 9.fl

Lærarin skal eisini:

·       duga at samstarva

·       vera fyrikomandi

·       sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum

·       tora at ganga nýggjar leiðir

·       hava áræði til at taka ábyrgd

 

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, sum settur verður

tænastamannasettur lærari frammanundan. Stavið eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu

millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 20. november 2020  kl. 12.00.

Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: svs@svs.fo

 

Nærri  kunning um størvini fæst við venda sær til Sonni Djurhuus, skúlastjóra, á tlf. nr. 212084, ella við at senda teldupost til sonni.oli.djurhuus@skulin.fo

Skúlin við Streymin er ein tveysporaður skúli og eru 242 næmingar í 1. – 10. flokki í samanlagda Skúlanum við Streymin. 30 lærarar og 5 námsfrøðiligir stuðlar arbeiða í skúlanum.