Kunning um skúlagongd komandi 2 vikurnar
12.03.2020

12.03.20

Hey tit


Mentamálaráðið hevur kunnað Skúlin við Streymin um, at skúlagondin við undirvísing steðgar fyribils frá mánadegnum 16.03 og til við sunnudagin 29.03. Hetta er fyri at avmarka smittuvandan av Korona virusinum.

Sí skriv frá UMMR:

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur gjørt av, at allir næmingar í fólkaskúlanum skulu vera heima við hús skjótast til ber og í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars 2020. Fyribils skulu næmingarnir vera heima í tvær vikur.

Í hesi serstøðu, sum allur heimurin er komin í, verður neyðugt, at ávís starvsøki halda fram ótarnað. Her er talan millum annað um heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina og innan ávísar vinnur. Hesi starvsfólk mugu røkja sínar arbeiðsligu skyldur, og hetta kann hava við sær avbjóðingar viðvíkjandi ansing.

Skúlarnir og frítíðarskúlarnir mugu tí hava opið í neyðugum vavi fyri børn, sum ganga í forskúla og 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Henda serskipan er bara galdandi hjá teimum børnum, hvørs foreldur starvast á serliga avgerandi økjum, og sum ongan møguleika hava fyri ansing annars.

Hesi foreldur mugu venda sær til skúlaleiðsluna við grundgevingum fyri, hví tørvur er á hesum tilboði. Skúlans skylda í hesum sambandi er frá á morgni sum vant og til middags, tá ið frítíðarskúlin tekur yvir.

Harafturat fara skúlaleiðslurnar at seta fyriskipanir í verk, so undirvísingin við tøkniligum hentleikum kann halda fram so væl sum gjørligt, hóast næmingarnir eru heima. Hetta er serliga galdandi fyri hádeildina og tey, sum skulu til próvtøku.

G.G Um so er at tit ikki kunnu skipa fyri ansing av tykkara børnum, sum arbeiða innan ásettu karmar, sum landsstýrismaðurin lýsir, heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgving og ávísar vinnur, mugu tit venda tykkum til okkara gjøgnum fráboðanarskipanina á heimasíðu skúlans, í seinasta lagi í morgin fríggjadagin kl.18.00. Hetta so skúlin kann skipa dagarnar best møguligt fyri tykkara næmingar.

Í morgin fríggjadagin 13. mars 2020, er vanlig skúlagongd og vera tit biðin um, at biðja tykkara børn um at koma í skúla og taka e.v.t bøkur, sum liggja í skúlanum við heim. Lærarar skúlans koma at leggja skúlating út á vikuætlanirnar fyri tær báðar vikurnar næmingarnir eru heima og skulu næmingarnir fylgja henni.

Sonni Djurhuus, skúlastjóri

For information in english press here:

https://www.government.fo/en/news/news/the-faroe-islands-will-slow-down/