Jólagudstænasta í kirkjuni við Norðskála 20. des.
12.12.2019

Fríggjadagin 20. des. møta allir næmingar skúlans kl. 09.00 og kl. 10.00 verður farið til gongu í kirkju.

Jólagudstænastan í kirkjuni við Norðskála byrjar kl. 10.30, har Jonhard Jógvansson, Sóknarprestur, prædikar.



Eftir Jólagudstænastuna fáa næmingar jólpakkar, og skúlabussarnir koyra beinleiðis frá Norðskála kirkju næmingarnar í jólafrítíð uml. 11:30

Vanlig skúlagongd byrjar aftur kl. 8.00 mánadagin 06. januar 2020

Gudstænastuskrá til skúlagudstænastur 20. desember:

Kirkjan við Norðskála kl. 10.30

Samanringing

Inngangsspæl (Prestur trínur inn fyri altarið)

Inngangsbøn (Katrin E. Kollslíð, 9a, lesur)

Inngangssálmur:  "Eitt barn er føtt í Bethlehem"

Heilsan (Kirkjuliðið svarar: Og við tínum anda)

Inngangskollekt (Kirkjuliðið svarar: Amen)

Bíbliulestur: Lukas 2,1-14 (Eyðgerð Lisberg, 6.a lesur)

Millumsálmur: sálmabókin nr 132 "Føgur er foldin"

Prædika

Lovprísan

Kirkjubøn

Ápostólska signingin (Kirkjuliðið syngur: 1 v. 1 Harra Guð, títt dýra navn og æra)

Sálmur eftir prædiku: "Eg gleðist so hvørt Jólakvøld"

Áronitiska signingin (Kirkjuliðið svarar: Amen. Amen. Amen)

Útgangssálmur:  "Gleðilig Jól"

Útgangsbøn (Katrin E. Kollslíð, 9a, lesur)

Biðisløg

Útgangsspæl