Stuðulsstarv í Skúlanum við Streymin
06.11.2019

Skúlin við Streymin søkir eftir fakliga dugnaligum og samstarvssinnaðum námsfrøðingi ella námsfrøðiligum stuðli, at byrja skjótast gjørligt.

Stuðulsstarv verður lýst leyst at seta frá 20. november 2019 og skúlaárið út til serflokkin:

·         1 tíðaravmarkað námsfrøðiligt starv á 15 tímar um vikuna.  

 Søkt verður eftir Námsfrøðingi ella námsfrøðiligum stuðli, sum:

·         dugir at samstarva

·         er fyrikomandi

·         sýnur jaligan hugburð mótvegis næmingunum

·         torir at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini í einum nýliga samanløgdum skúla

·         hevur áræði til at taka ábyrgd

·         brenna fyri serøkinum

Lønar- og setanartreytir:

Námsfrøðiliga starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 20. november 2019  kl. 12.00.

Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: svs@svs.fo

Nærri  kunning um størvini fæst við venda sær til Sonni Djurhuus, skúlastjóra, á tlf. nr. 212084, ella Asbjørn Berthelsen leiðara í serflokkinum á tlf 297268 ella at senda teldupost til sonni.oli.djurhuus@skulin.fo.

Í hesum skúlaárinum ganga 207 næmingar í 1. – 10. flokki í Skúlanum við Streymin.