Bólkar fyri børn og ung
09.10.2019

Bólkar fyri børn og ung frá familjum við rústrupulleikum
Tá ein í familjuni hevur trupulleikar við rúsdrekka ella rúsevnum, ávirkar tað øll rundanum – eisini barnið. Eftir heystferiuna skipar “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya, fyri bólkum til børn og ung, ið vaksa upp í familjum við rústrupulleikum.

Tilboðið er ókeypis og er ætlað børnum og ungum í aldrinum 8-25 ár. Bólkarnir hittast aðruhvørja viku og verða deildir upp eftir aldri. Við serkønari hjálp og vegleiðing kunnu børnini og tey ungu í bólkinum tosa trygt við onnur, sum skilja teirra støðu.

Les meira um hetta her: 

Bláikrossur