Samrøðubólkarnir byrja aftur
23.08.2019

Nú byrjar samrøðubólkur aftur

Nú er aftur møguleiki fyri at melda seg til samrøðubólk fyri børn/ung hvørs foreldur eru farin frá hvørjum øðrum.

Ætlanin hesaferð er at hava bólk fyri næmingar í 6. – 8. flokki.

Tó eru allir næmingar frá 2. – 10. flokki vælkomnir at melda seg til.

Tilboðið vendir sær til øll børn/ung sum hava foreldur, sum eru farin hvør til sítt, líka mikið um tað nýliga er hent, ella tað liggur fleiri ár aftur í tíðini.

Samrøðubólkurin er ætlaður sum eitt fyribyrgjandi tilboð. Talan er ikki um terapi, men vit vilja geva børnum og ungum møguleika til at seta sína lívsstøðu inn í eitt størri høpi. Hetta gevur teimum konkret amboð til at takla/megna tær kenslur og tankar, tey ganga og stríðast við.

At møta øðrum, sum hava upplivað okkurt líknandi teirra egna, kann hjálpa børnum og ungum, ið ikki at kenna seg einsamøll, skeiv ella ónormal.

Tað kostar einki at vera við í samrøðubólki. Ætlanin er at bólkurin hittist 7 ferðir í Skúlanum við Streymin, í tíðarskeiðnum frá 12. sept. til 4. des. Tað tekur uml. 1½ tíma hvørja ferð.

Freistin at melda til er hósdagin 5. september.

Tit kunnu ringja ella skriva til okkum á tlf. 584538 katrin.hoejsted@skulin.fo ella tlf. 562378 klarat@gigni.fo

 

Blíðar heilsanir

Katrin Højstedt, AKT lærari og Klara í Túni Jakobsen, heilsufrøðingur