Vælkomin í skúla 19. august 2019
13.08.2019

Farið verður í skúla aftur mánadagin 19. august 2019.

2.-10. flokkur møtir í fimleikahøllini í Skúlanum við Streymin kl. 8.00 og skúladagurin endar kl. 9.00.

Skúlabussurin koyrir úr Tjørnuvík, Hósvík og av Eiði kl. 7.30, frá Norðskála kl. 7.35, av Oyri kl. 7.45. Skúlabussurin hjá Sunda kommunu koyrir heim kl. 9.05 og Leið 200 koyrir til Eiðis kl. 8.40.

1. flokkur møtir kl. 10.00 í niðara bygningi.

Tímatalvur 1.fl til og við 10.fl (PDF-skjal)