Lærarastørv og stuðulsstørv skúlaárið 2019/20 til serflokkin
13.06.2019

Skúlin við Streymin søkir eftir fakliga dugnaligum og samstarvssinnaðum lærarum og námsfrøðiligum stuðlum, at byrja skúlaárið 2019/20.

Hesi lærarastørv og stuðulsstørv verða lýst leys at seta skúlaárið 2019/20 til serflokkin:

·       1 fast lærarastarv

·       1 tíðaravmarkað lærarastarv

·       1 fast námsfrøðilig starv á brøkin 0,75

·       1 tíðaravmarkað námsfrøðilig starv á brøkin 0,75

 

Hesi stuðulsstørv eru leys at seta skúlaárið 2019/20 í Skúlanum við Streymin:

·       1 fast námsfrøðiligt starv á brøkin 0,65

·       1 tíðaravmarkað starv á brøkin 0,35

Søkt verður eftir lærarum og stuðlum, sum:

·       duga at samstarva

·       eru fyrikomandi

·       sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum

·       tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini í einum nýliga samanløgdum skúla

·       hava áræði til at taka ábyrgd

·       brenna fyri serøkinum

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastamannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 27. juni 2019  kl. 10.00.

Umsóknir kunnu sendast við teldupost til:svs@svs.fo

Nærri  kunning um størvini fæst við venda sær til Sonni Djurhuus, skúlastjóra, á tel.: 212 084, ella við at senda teldupost til: sonni.oli.djurhuus@skulin.fo

Komandi skúlaár ganga 207 næmingar í 1. – 10. flokki í Skúlanum við Streymin. 21 lærarar .