Skúlin við Streymin søkir eftir fakliga dugnaligum og samstarvssinnaðum lærarum, at byrja skúlaárið 2019/20.
Hesi lærarastørv verða lýst leys at seta frá 19. august 2019:
· 1 lærarastarv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi.
· 1 lærarastarv fyri lærara í farloyvi.
· 2 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2019/2020 vegna lækkað tímatal og avlopstímar.
· Endaliga tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu størvunum verður ikki ásett fyrrenn eftir 1. september 2019.
Søkt verður eftir lærarum, sum:
· kunnu undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild
· taka flokslærararábyrgd á seg
· duga at samstarva
· eru fyrikomandi
· sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum
· tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini í einum nýliga samanløgdum skúla
· hava áræði til at taka ábyrgd
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastamannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 25. juni 2019 kl. 12.00.
Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: svs@svs.fo
Nærri kunning um størvini fæst við venda sær til Sonni Djurhuus, skúlastjóra, á tlf. nr. 212084, ella við at senda teldupost til sonni.oli.djurhuus@skulin.fo
Komandi skúlaár ganga 207 næmingar í 1. – 10. flokki í Skúlanum við Streymin. 21 lærarar .