Ársfundur hjá skúlastýrinum
10.05.2019

Árligi ársfundurin hjá skúlastýrinum verður týskvøldið 14. mai 2019, kl. 19.00 í ovara bygningi í Skúlanum við Streymin. Skúlastýrisformaðurin leggur ársfrágreiðingina fram og Jógvan Poulsen, lærari í eSport kemur at hava eina framløgu um telduspøl og avbjóðingar av tí í dagligdegnum, herundir Fortnite. Kvøldið endar áleið kl.21.00. Kaffi, te, køkur og frukt verður at fáa. Møtið fjølment.

Vh
Skúlastýrið