Timeout apríl 2019
20.03.2019

Time Out

Avvarðandi bólkur fyri børn og ung, ið eru avvarðandi at fólki, ið hava sálarsjúku.

TIME OUT er eitt bólkatilboð til tín, sum ert í aldrinum 12-18 ár. Tað er eitt frírúm – eitt stað, har tú kanst siga “TIME OUT”. Dentur verður lagdur á at skapa eitt trygt og hugnaligt umhvørvi, sum tú kennur teg væl til rættis í. Í bólkinum hittur tú onnur í líknandi støðu, so tit kunnu tosa um tykkara royndir og hugsanir – og alt møguligt annað, tit vit hugna og stuttleika okkum eisini.

Tað eru tveir fittir og dugnaligir bólkaleiðarar, sum stýra bólkinum. Teir taka ymisk evni upp við tykkum, og sum tit í felag viðgera. Eisini fáa tit amboð at fáa tí røtu javnvágina at liva egið lív, og samstundis vera ein partur av familjuni.

Sinnisbat hevur havt TIME OUT fleiri ferðir, og vit hava fingið góðar afurmeldingar frá luttakarunum. Eitt, sum gongur aftur, er, at lutakararnir ikki kenna seg einsmøll longur, at tey kenna seg afur í støðuni hjá hinum luttakarunum. Eisini hava fleiri nevnt, at sambandið millum tey og heimið er betrað, og tey hava lært at góðtaka truplu støðurnar, sum til tíðir kunnu vera í heiminum.

“Først til mølle-principp”. Tað kostar 300 kr. at luttaka (eru tað sysktin, so kostar bara tað eina barnið). Tað er bindandi at melda seg til.

Bólkur verður aftur: 4. apríl 2019 – um tú hevur hug at tekna eitt barn ella ung, so er at skriva til sinnisbati@sinnisbati.fo.

Hevur tú spurningar, so ber til at ringja til Sinnisbata á 597913.