Tvey leys størv í Skúlanum við Streymin
04.12.2018

 

svs logo.PNG

2  tíðaravmarkaði lærarastørv í Skúlanum við Streymin eru leys at søkja

 

2 tíðaravmarkaði lærarastørv verða lýst leys at seta frá 1. januar 2019

·         1 tíðaravmarkað lærarastarv frá 1. januar 2019 til 15. mai 2019.

Talan er um eitt starv á 24 t/v, har undirvíst verður í lærugreinunum enskum 4.-6. fl., kristni 1., 2., 3. og 5. flokki og føroyskum í 5. flokki.

·         1 tíðaravmarkað starv frá 1. januar 2019 til 26. juni 2019.

Talan er um eitt starv á 20 t/v, har undirvíst verður í føroyskum og heimstaðarlæru í 1. flokki og 7 miðfirru tímar í innskúlingini.

Søkt verður eftir lærarum, sum:

·         duga at samstarva

·         eru fyrikomandi

·         sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum

·         tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini í einum samanløgdum skúla

·         hava áræði til at taka ábyrgd

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastamannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2  samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu verða skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 18.12.18. kl. 12.00.

Umsóknir kunnu sendast við teldupost til: svs@svs.fo

 

Nærri  kunning um størvini fæst við venda sær til Sonni Djurhuus, skúlastjóra, á tlf. nr. 212084, ella við at senda teldupost til sonni.oli.djurhuus@skulin.fo

Í Skúlanum við Streymin ganga 215 næmingar í 1. – 10. flokki. Í skúlanum arbeiða 22 lærarar og 4 námsfrøðiligir stuðlar.