Kappingin flogbørn
29.11.2018

Mikudagin 28. november 2018 varð skipað fyri kapping, sum eitur flogbørn í ítróttarhøllini á Eiði. Luttakandi næmingar frá Skúlanum við Streymin vóru næmingarnir í 3. og 4. flokki. Kappingin var millum Hósvíkar skúla, Hvalvíkar skúla, Skúlan við Streymin og Eiðis skúla. Næmingarnir úr Eiðis skúla vunnu kappingina og næmingarnir úr Skúlanum við Streymin fingu 2. plássið.