Føstulávintsmánadagur
09.02.2018

Mánadagin 12. februar 2018 er føstulávintsmánadagur og tann dagin verður tímatalvan niðurløgd. Skúlin hevur heitt á allar næmingar um at møta mánadagin klødd, sum grýla og starvsfólkini hava fingið somu áheitan. Sí annars vikuætlanirnar. Vit gleða okkum til at sláa tunnu saman, finna kattakongarnar og eta føstulávintsbollar. Skúladagurin endar kl. 12.00. Bussarnir koyra heim kl. 12.05 hendan dagin og børnini, sum skulu í frítíðarskúla fara yvir somu tíð. Týsdagin 13. februar 2018 hava næmingarnir í grund- og miðdeildini frí (1.-6. flokkur).