Broyting í bussætlan eftir heystfrítíðina
12.10.2017

Býráðið í Sunda kommunu hevur á fundi 25.09.2017 samtykt, at bjóða busskoyring til næmingar í Sunda kommunu, sum ganga í Skúlanum við Streymin, sum búgva longri burtur enn 1 km frá skúlanum. Tískil fer bussurin, sum vanligt úr Hósvík, úr Tjørnuvík og av Eiði kl. 7.30 um morgunin, men sum nakað nýtt fer skúlabussur eisini frá Norðskála (norðast) kl. 7.35 og av Oyri kl. 7.45. Sí annars undir kunning og skúlabusskoyring. Leinki: http://svs.q2.qodio.com/?p=155