LANDSROYND 4. & 6. FL.
Landsroynd 4. & 6. fl.

Reglur fyri landsroyndina hjá 4.flokki og 6.flokki

·        Royndin verður í fimleikahøllini og byrjað verður stundisliga.

·        Allir næmingar møta í seinasta lagi 10 minuttir, áðrenn royndin byrjar.

·        Skúlin hevur teldur og annan útbúnað, sum skal brúkast.

·        So leingi royndin er, skulu næmingarnir vera inni í royndarhølinum.

·        Er ein næmingur liðugur við royndina áðrenn tíð, so verður sitið og bíða til tíðin er farin. Tað er ikki loyvt at fara inn á spøl og annað á telduni.

·        Næmingarnir kunnu hava tilfar við, sum tey hava brúkt í lærugreinunum, sum tey skulu í landsroynd í.

·        Tá steðgur verður, fara næmingarnir út at fáa sær fríska luft. Tá er týdningarmikið, at teir vísa atlit, tí aðrir næmingar hava undirvísing í skúlanum. Eisini fáa næmingarnir ein drekkamunn og frukt í steðginum.

 vh

Sonni Djurhuus, skúlastjóri, tel. 212084

Skúlin við Streymin