BUSSKOYRING
Busskoyring

Virðiskort til næmingar í eNámi

Góðu foreldur og næmingar í eNámi í Sunda kommunu. Mánadagin tann 4. september 2017 byrjar eNám og í hesum sambandi fara nógv tykkara at hava breytir á Strondum, Fuglafirði og Tórshavn. Av hesi orsøk fáa tit eitt virðiskort, sum ger, at tit kunnu ferðast til og frá heimi til breytirnar við hesum virðiskorti. Virði er fylt á kortið, so tað røkkur fram til, tá breytirnar enda. Av tí at stórt virði er á kortinum, sum næmingarnir fáa, verða teir tí bidnir um at ansa sera væl eftir tí. Um so er, at næmingurin missir kortið burtur, mugu tey/tit boða skúlanum frá beinanvegin antin á svs@svs.fo ella við at ringja 789393. Tað er ábyrgdin hjá næminginum, at virðið á kortinum ikki verður brúkt til annað enn at ferðast til og frá breytunum. Um so er, at tað verður gjørt, mugu foreldrini fylla virðið á ella rinda fyri tað, sum næmingurin hevur brúkt kortið til at ferðast til onnur støð, enn tá tey hava breytir. Mánadagin tann 11. september 2017 fer 10. flokkur í starvsvenjing og tá brúka tey eisini virðiskortið.

Næmingarnir úr Eiðis kommunu nýta skúlakortið bæði til breytir og starvsvenjing.

Vinarliga vegna Skúlan við Streymin

Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri