* Boðklivin * Vikuætlan * Myndasavn
Vel Sjó- & Landbreytina, um tú hevur hug at vera í toymi
at loypa á bláman í januar mánaða í yvirlivilsidrakt
· at fletta og hagreiða neyt og seyð
· at seta niður/taka upp epli
· at fiska á opnum havi við havtráðu
· at greipa og ræsa fisk
· at læra at spleysa, knýta nylonknútar og at gera blóðmørsindur og mangt annað, ið hevur við landbúnaða og sjóvinnu at gera.
Í skúlaárinum tekur tú Tryfdarskeið, ið er krav at mynstra og fáa part við skipi.
Tú loypir m.a. á bláman í yvirlivilsidrakt, lærir at sløkkja eldsbrunar og fær gott innlit í fyrstuhjálp, og eisini nemur tú teori á 5 lektiónir á 5 tímar í nov. - jan. - sambært kunngerð nr. 73 frá 28. juni 2016 Fyri at kunna mynstra við føroyskum fiskiskipum, skal alt trygdarskeiðið standast, fyri at fáa prógvið.
Vit eru við skúlaskipinum “Dragin” norðanfyri onkyan túrin. Heit klæði, styvlar og ein stóran matpakka at hava við, er ein sjálvfylgja !.
Vit eru í fjósinum hjá Jan á Eiði, har ein kúgv verður dripin og flett og kjøtið skorið/mælt til sámuligar partar, klárt at selja. Eisini verða onkur seyður flettur.
Velta stóra eplaveltu, har tit seta niður/taka upp
Skúlastaður: Skúlin við Streymin