E-TRÓTTUR (GAMING)
e-tróttur (Gaming)

Gaming og eSport

eSportur er ein tøkniligur ítróttur og er nógv meira enn bara at “spæla við teldu”. Ert tú áhugaður í at royna telduspæl á einum meira innihaldsliga støði? So er hetta nakað fyri teg at velja sum valbreyt í eNám.

Í Gaming og eSport fara vit í dýpdina í at venja til at blíva tey bestu í einum kappingarumhvørvi. Sum vit kenna frá ørðum ítróttargreinum krevst nógv venjing, viljastyrki og úthaldni.

Undirvísingin er 6 tímar um vikuna.

Gaming og eSport er mentan, søga og tíðindi. Vit fara at royna gaming sum ítriv og og vísa aðrar inntøkumøguleikar so sum stroyming og video framleiðslu. Vit gera mods (at forrita, gera ljóð, list, skriva), og ikki minst: Skapa okkum eitt jaligt umhvørvi við spildurnýggjum gamingteldum.

Næmingar sum velja breytina fáa:

1. Innlit í  e-sport heimin
2. Praktiska venjing.
3. Ástøði, hugtøk og orð.
4. Læra um samskifti og samarbeiði.
5. At læra at íðka gaming á sunnan og hóvsaman hátt.

Hvør næmingur fær kunnleikar sum tey kunnu brúka í ørðum sambandi, seinni í síni útbúgving ella arbeiði.

Tað kann t.d vera:

  • Ástøði - Vitan og royndir innan djúpa tøknisliga gransking.
  • Motorikkur - Skjótari refleksur og førleikan hugsa skjótt at taka avgerðir rættstundis.
  • Samstarv - Betri fatan av lið dynamikki og ætlanarlegging av málum og deilmálum.
  • Samskifti - Førleikan at samskifta á stuttan, skjótan og greiðan hátt tá tað er neyðugt.

Leinkja til esport.fo 

Gaming og eSport breytin hevur eina almenna Twitch kanal har tað verður stroyma hvønn Fríggjadag. Leinkja til síðuna: Twitch - SvS Gaming og eSport

Myndasavn

Samrøða við Eyðstein í KvF

Samrøða við Høgna í KvF

 

Skúlastaður: Skúlin við Streymin

Lærari

Eyðstein Lützen

tel. 285 328

T-post: elutzen@live.com