BOÐKLIVIN
Boðklivin

Boðklivin 6.b

Flokslærari í 6.b : Jan Thomsen, tel. 272 340 , T-post: jan.thomsen@skulin.fo

Tur til fjorden i N/T

Vi spiser laks og blæretang i N/T

Tónleikur

Hey foreldur í 6.b

Vit hava nú endiliga eina tónleikastovu aftur. Hon er í skálanum í gamla skúla, og vit hava møguleika fyri at brúka okkurt hølið útfrá skálanum eisini. Hetta gevur okkum møguleikar til at arbeiða í bólkum og skipa okkum á ymsar mátar. 

Í 6.b eru vit farin at venja orkesturvenjing. Tað vil siga, at næmingarnir eru settir á hvør sítt instrument - klaver, guitar, bass, trummir og sang - og hetta venja vit fyrst hvørsær og síðan seta vit tað saman tá vit eru klár. Hesi instrumentir kunnu blíva skift til næsta sang, men her í 6. flokki havi eg lagt merki til, at fleiri næmingar hava "funnið sítt instrument". 

Øll venja ikki sítt ljóðføri í senn. Meðan ein bólkur venur ljóðføri, loysa hini uppgávur á Meludia, ið er eitt mennandi tónleikaprogram til fólk í øllum aldrum og á øllum stigum. Tá tey hava loyst tað avtalaða, og ikki skulu venja við mær, kunnu tey pausa við skili.

Tað er spennandi at undirvísa tykkara børnum og eg vóni at tey fara at fáa nógv burturúr tónleikaundirvísingini í ár  :) 

Vh Vanja

 

Faldari skúlastýrisvalið

Hevur tú valrætt til Skúlastýrið?

Góðu foreldur/avvarðandi at næmingum í Skúlanum við Streymin. Tann 10. november 2020 verður skúlastýrisval og tí skulu umboð veljast í skúlastýrið fyri Skúlan við Streymin í eitt fýra ára skeið. Kunning um uppstillingarfund o.a. kemur seinni.

Skúlin við Streymin ynskir at kunna/heita á foreldur um at tryggja sær, at tey hava valrætt til skúlastýrisvalið fyri Skúlan við Streymin. Sambært kunngerð nr. 86 um at velja foreldraumboð í skúlastýri hevur hvør tann valrætt, sum hevur foreldramyndugleikan yvir barni, sum er skrivað inn í skúlan og eingin kann velja til skúlastýrisvalið, um tey ikki eru á vallistanum.

Bert tey foreldur/avvarðandi, sum standa skrásett hjá Fólkayvirlitinum at hava foreldramyndugleika yvir næmingi í Skúlanum við Streymin verða tískil skrásett á vallistanum og tað eru bert tey, sum hava valrætt. Vallistin kemur at liggja frammi alment dagar áðrenn valið og hetta verður kunnað um seinni.

Um tit ynskja at kanna og tryggja tykkum, at tit hava valrætt til skúlastýrisvalið, kunnu tit senda Jóhannu Olsen ein teldupost á johanna@sunda.fo.

Vegna Skúlan við Streymin

Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri

png-mynd : Næmingayvirlit: Handaverk og list (Køk, hondarbeiði og evning) 

Vit eru úti í fríkorterinum            Dato: 04.09.20

Tá veðrið ikki er av tí besta, mugu børnini hava góð klæðir við.