BOÐKLIVIN
Boðklivin

Boðklivin 4.b

Lucia sangurin


Køvandi svørt er nátt
Lurta hoyr sangin
Missir tú mál og mátt
Ljóð sum av veingjum
Tá inn um durum vár
Stígur við ljós í hár
Santa Lucia, Santa Lucia


Náttin hon líður kvirr
Stilli um tún og garð
Alt liggur deytt og myrkt
Skuggar um djúpan dal
Tá inn um húsa gátt
Stígur á hesi nátt
Santa Lucia, Santa Lucia

Góðu foreldur :)

Næmingarnir hava fingið eitt skriv heimvið fríggjdagin 20.11.'20; skrivið er um eitt SSP tiltak, sum verður t.30.nov. Talan er um eitt tiltak, sum verður um kvøldið í skúlanum. Tit verða biðin um at siga frá, at tit koma.

Harafturat hava næmingarnir fingið eitt pappír við tveimum ørindum heimvið. Talan er um sangin, sum tey fara at syngja, tá tey fara at ganga Lucia í skúlanum. Kunnu tit hjálpa teimum at læra sangin? Vit venja sjálvandi eisini í skúlanum.

Blíðar heilsur

Marita og Anita

Tónleikur


Hey foreldur í 4.b

Vit hava nú endiliga eina tónleikastovu aftur. Hon er í skálanum í gamla skúla, og vit hava møguleika fyri at brúka okkurt hølið útfrá skálanum eisini. Hetta gevur okkum møguleikar til at arbeiða í bólkum og skipa okkum á ymsar mátar. 

Í 4. flokki taka vit Nótakoyrikort. Hetta inniber, at vit læra nótasystemið gjøgnum klaverspæl. Næmingarnir læra tískil at spæla klaver og tá tey hvør í sær eru komin nóg langt, taka tey eina "roynd", har tey síðan fáa eitt heiðursbræv fyri at hava klára nótakoyrikortið. 

Øll taka ikki koyrikort í senn, so næmingarnir eru býttir í 3 bólkar. Meðan ein bólkur tekur koyrikort, loysa hini uppgávur á Meludia, ið er eitt mennandi tónleikaprogram til fólk í øllum aldrum og á øllum stigum. 

Tað er spennandi at undirvísa tykkara børnum, og eg vóni at tey fara at fáa nógv burturúr tónleikaundirvísingini tey næstu 3 skúlaárini :) 

Vh Vanja

 

Faldari skúlastýrisvalið

Hevur tú valrætt til Skúlastýrið?

Góðu foreldur/avvarðandi at næmingum í Skúlanum við Streymin. Tann 10. november 2020 verður skúlastýrisval og tí skulu umboð veljast í skúlastýrið fyri Skúlan við Streymin í eitt fýra ára skeið. Kunning um uppstillingarfund o.a. kemur seinni.

Skúlin við Streymin ynskir at kunna/heita á foreldur um at tryggja sær, at tey hava valrætt til skúlastýrisvalið fyri Skúlan við Streymin. Sambært kunngerð nr. 86 um at velja foreldraumboð í skúlastýri hevur hvør tann valrætt, sum hevur foreldramyndugleikan yvir barni, sum er skrivað inn í skúlan og eingin kann velja til skúlastýrisvalið, um tey ikki eru á vallistanum.

Bert tey foreldur/avvarðandi, sum standa skrásett hjá Fólkayvirlitinum at hava foreldramyndugleika yvir næmingi í Skúlanum við Streymin verða tískil skrásett á vallistanum og tað eru bert tey, sum hava valrætt. Vallistin kemur at liggja frammi alment dagar áðrenn valið og hetta verður kunnað um seinni.

Um tit ynskja at kanna og tryggja tykkum, at tit hava valrætt til skúlastýrisvalið, kunnu tit senda Jóhannu Olsen ein teldupost á johanna@sunda.fo.

Vegna Skúlan við Streymin

Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri

Skrá fyri mánadagin 18. oktober

png-mynd : Næmingayvirlit: Handaverk og list (Køk, hondarbeiði og evning) 

Vit eru úti í fríkorterinum            Dato: 04.09.20

Tá veðrið ikki er av tí besta, mugu børnini hava góð klæðir við.