Boðklivin
Seturskúli í Nólsoy
Góðu foreldur
Vit gleða okkum at fara á seturskúla í Nólsoy. Gist verður í Royndarhúsinum, har umstøðurnar eru sera góðar at búleikast í. Beint við húsið er ein vøllur, har næmingarnir kunnu spæla bólt.
Ætlanin er at ganga nakrar styttri túrar á oynni fyri at njóta ta vøkru náttúruna, síggja kend støð og annars at uppliva bygdina.
Handil er í oynni, so høvi verður hjá næmingunum at keypa sær okkurt fyri lummapengarnar, sum tey hava við. Næmingarnir kunnu hava telefon við, men hon skal vera sløkt og liggja í taskuni á túrinum. Hava tit tørv á at ringja, hava vit lærarar telefonirnar við.
Ferðaskrá:
Fráferð, hósdagin 4.sep.’25
· Kl. 8.00: næmingarnir koma í skúla
· Kl. 8.30: Bussur fer av Oyrarbakka til Havnar
- Í Havn fara vit at vitja nøkur støð, áðrenn vit fara til Nólsoyar
· Kl.12.30: úr Havn til Nólsoyar við Teistanum
Heimferð, fríggjadagin 5.sep.’25
· Kl.13.00: úr Nólsoy til Havnar við Teistanum
· Kl.13.25: úr Havn til Oyrarbakka
· Kl.14.00: á Oyrarbakka (á leið)
At hava við:
- Heit yvirklæðir, regnklæðir
- Skógvar/stivlar, inniskógvar/hosur
- Blusur, buksur, sokkar
- Undirklæðir, náttklæðir
- Tannbust, tannkrem, sjampoo, hárbust o.s.fr.
- Eitt stórt og eitt minni handklæði, svimjiklæðir (um ein vil á strondina)
- Soviposa, kodda, lak
- Góðan matpakka og drekkidunk í einum lítlum ryggsekki (vit eta matpakka í Havn)
- 50 kr í lummapengum
- Gott huglag ????
Skúlin betalir fyri gisting og ferðing, meðan næmingarnir gjalda fyri matin. Gjaldið fyri matin er 150 kr, sum skal latast flokslæraranum týsdagin 2.sep.’25.
Blíðar heilsur
Katrin (584538), Anita (274042) og Andreas (223277)
Seturskúli
Vit fara á seturskúla í Nólsoy frá 4. til 5.september.
Í Nólsoy fara vit at gista í Royndarhúsinum.
Skúlin betalir fyri flutning og gisting, meðan næmingarnir gjalda fyri matin.
Væntaði kostnaðurin fyri mat er um 150 kr. fyri hvønn.
Starvsfólk, sum verða við á túrinum eru: Katrin Højsted, Anita Simonsen og Andreas Lava Olsen.
Nærri kunning kemur seinni.

Fyrisøgn til fríggjadagin 29.aug.'25
Les fyrisøgnina nakrar ferðir og ven serliga væl:
- tølini
- sernøvnini (skrivað við stórum)
Fyrisøgnin er úr "Nem mál í fimta", sum komandi skúlaár verður okkara mállærubók.


Penalarhúsið
Kunnu tit eftirhyggja penalarhúsið at vita, um 3 blýantar, viskileður, blýantspískari og lineal eru í?
Næmingarnir mugu gjarna hava nakrar litir at lita við, men ikki er neyðugt við so nógvum litum.
Summir næmingar forstýrast av, at ov nógv er at velja ímillum í penalarhúsinum.

Fjørutúrur, maj'25






Hugnaløta í flokkinum




Útferð 12.06.24

Takk fyri tíðina lagt út: 6.feb.2024
Við hesi fittu myndini, sum var tikin í dag, fara vit at takka starvsnæmingunum Elsu, Brynhild og Róar fyri tíðina, ið tey hava verið saman við okkum.
Hesar vikurnar saman við teimum hava verið læruríkar, stuttligar og kveikjandi.
Takk fyri, at tit valdu at koma til okkum, og takk fyri, at vit fingu poppkorn og cookies :)
Vit ynskja tykkum blíðan byr framyvir, og vit vóna, at vit síggja tykkum aftur skjótt.
Kærar heilsur
Næmingar og lærarar í 4.flokki