MYNDASAVN
Myndasavn

Jólapynt 30-11-2018

Vit hava havt ein sera góðan, hugnaligan og øðrvísi skúladag í dag. Vit hava gjørt jólapynt og hongt jólapynt upp. Eisini hava vit hugna okkum saman á ein øðrvísi hátt enn vanligt. Vit vóru so heppin, at Bjørn kom við einari so leskiligar køku, og eg hevði sjálv bomm við eisini. Síðst men ikki minst, so hava vit eisini hugt eftir mr. Bean, meðan lærarin hongdi perur upp í vindeyguni, tað er eitt MUST.
Ein næmingur segði, at hetta var besti skúladagurin nakrantíð :)
Gott vikuskiftið til tykkum øll!
Vh
Eydis

Fruktsalat

Ein góður endi upp á eitt áhugavert evni.
Í samband við evnið "kostur" endaðu vit við at gera eitt fruktsalat, har næmingarnir høvdu eina frukt við, sum teir sjálvir sluppu at skera.
Vit bæði tosaðu um tað at eta sunt, hugnaðu okkum og roksaðu eitt sindur. Og tey hildu, at tað smakkaði sera væl.
So fitt børn tit eiga.
Gott vikuskifti til tykkum øll :)

Bamsurenning

Hey.
Vit vóru so heldig at sleppa at renna bamsurenning hósdagin 20/9. Vit runnu 800 m, fingið heiðursmerkið, sunkist og frukt. Túrurin eydnaðist bara heilt væl. Her eru nakrar myndir frá túrinum.
Vh
Eydis og Mirjam

Hugnaløta saman við 2. fl.

Sum eitt yvirraskilsi fingu vit í 1. flokki eina innbjóðing frá 2. flokki til eina hugnaløtu. Vit gjørdu okkurt handaligt og hugnaðu okkum saman. Eg tók nakrar myndir av løtuni.
Gott vikuskifti til tykkum øll.
Vh
Eydis