BOÐKLIVIN
Boðklivin

Flokslærari:

June-Eyð Joensen, tlf. 517170, t-post. june-eyd.johannesen@skulin.fo

 

16.09.19

Fjørutúrur

Í dag vóru vit ein túr í fjøruni á Oyri, tí vit skuldu finna nakrar góðar steinar til eina verkætlan í handaverk og list. 

June-Eyð 

11.09.19

Foreldrafundur

Týskvøldið 24. september verður foreldrafundur um 1. flokk kl. 19.00-21.00. 

Vinarliga

June-Eyð og Sigrid

05.09.19

Vikuætlan fyri føroyskt

Við íblástri frá skeiðinum "Ugeskemarevolutionen", sum lærarar skúlans vóru á hósdagin og fríggjadagin, fari eg undir at leggja undirvísingina í føroyskum soleiðis til rættis, at næmingarnir 4 út av 10 føroyskt-tímum um vikuna skulu velja, hvat teir vilja arbeiða við í "vikuætlanini fyri føroyskt". Teir hvítu kassarnir út fyri navnið hjá teimum eru uppgávur, sum tey skulu loysa fyrst; teir gráu kassarnir eru uppgávur, sum tey kunnu loysa aftaná; og teir litaðu kassarnir eru uppgávur, sum tey skulu loysa saman við øðrum. Tá ið arbeitt verður á hendan hátt, skuldi verið lættari við tíðini at differentiera uppgávurnar og tilfarið, tí øll ikki eru á sama støði og heldur ikki arbeiða líka skjótt. Hesin arbeiðshátturin skuldi virkað til, at tey gerast bæði sjálvstøðug, arbeiðssom, motiverað - og læra meir, tí tey fáa hóskandi uppgávur og avbjóðingar. Tá ið øll heldur ikki arbeiða við tí sama alla tíðina, so er eisini lættari hjá mær at hjálpa teimum og t.d. at náa at lesa við øllum hvørja viku. 

June-Eyð

 

02.09.19

Kreativir næmingar

Í dag hava vit klipt úr bløðum ymiskt, sum byrjar við s, á, m og í - og tey hava málað sítt egna ílat til blýantar, saksar o.a. 

June-Eyð

28.08.19

Plantuliting

Vit í 1. flokki hava hesa seinastu vikuna arbeitt við at lita tógv. 

June-Eyð