Boðklivin

Oyrarbakki: 23.01.24

Sernámsfrøðiligur ráðgevi hjá Sernám er í flokkinum av og á. Hon ráðgevur okkum starvsfólkum, um hvat er best at gera fyri flokkin og fyri at fáa tingini at koyra so væl sum gjørligt. So um næmingar tosa um broytingar heima, so kemst tað av hesum. 

22.01.24

Føroyskt

Vit vilja læra okkara næmingar gott føroyskt mál. Hartil hoyrir mállæra. Mállæra er eitt sindur teknisk og tí er tað neyðugt at fylgja væl við. Har eru nógv hugtøk at minnast og at skilja. 

Í løtuni hava vit m.a. um føllini og onnur hugtøk:

Hvørfall

Hvønnfall

Hvørjumfall

Hvørsfall

Eintal, fleirtal, sterkt- og veiktbend, nútíð, tátíð, orðaflokkar. 

Gott er, um tit kunnu tosa við børnini um málið, hugtøkini og bendingar. Spæli við orðum og setningum. 

Vh

Guðrun 

 

Boð frá foreldrabólkinum: 

Minnist til, eisini at hava ein lítlan eyka matpakka við :) 

Juniorar – foreldur bjóðaði við

Nú byrjar junior aftur fyri 4.-7. flokk mikukvøldið 27. sept, og sum nakað nýtt bjóða vit øllum foreldrunum við á junior hetta kvøldið.

Á skránni verður: Sangur, andakt, kunning til foreldur og juniorar.

Vit fara at hugna okkum við spæli og fáa ein drekkamunn.

Eisini fara vit at grilla skúmfidusar.

Vit gleða okkum at síggja tykkum bæði foreldur og juniorar.

Vit bjóða øllum teimum sum farin eru í 4. flokk at verða vælkomin til junior.

Síggjast í Hvalvíkar missiónshúsið kl 18.30

Jákup Erlingsson Petersen
Sóknarprestur, Norðstreymoyar eystara prestagjald


Tel. +298 42 20 08 
Fartel. +298 23 73 19 

 

 

a-á-b-d-ð-e-f-g-h-i-í-j

k-l-m-n-o-ó-p-r-s-t-u-ú

v-y-ý-æ-ø

ei-ey-oy

Venjið bókstavaraðið. Øll skulu duga tað uttanat. 

 

fyrisøgn 1 14. sept 23.jpeg

 

Her er fyrsøgnin til at lesa uppá til týsdagin 19. sept. 23

Eingin myndasøvn

Boðklivin 4. flokkur

 

 

 

Eingin myndasøvn
Virkin Januar - Álmanakki hjá Fólkaheilsuráðnum file:///C:/Users/SvS%20L%C3%A6rari/Downloads/Virkin-januar-2023-vaksin_pdf.pdf

Skúlin hevur sett Kristiannu í Kolsbyrgi í starv. Kristianna er ættað av Eiði og býr í Norðagøtu og er 32 ára gomul. Kristianna kemur at undirvísa í donskum í 4.flokki fram til summarfrítíðina.

Vh

Sonni, Skúlastjóri

Skráin fyri junior

Vit gleða okkum at síggja teg ???? Øll, sum ganga í 4.,5.,6., og 7. flokki eru hjartaliga vælkomin!

Vit møtast fyrstu ferð mikukvøldið 5. oktobur kl. 18.30. Um veðrið er til tað, grilla vit skúmfidusar uttanfyri.

Eftir heystfrítíðina, tann 19. møta vit í Nesvík Høllini til spæl og hugna!

Flestu kvøld verður okkurt kreativt, t.d. at gera smykkur, smíða, mála og annað spennandi.

Vit fáa altíð okkurt gott at eta ????

JUNIOR-LEGA verður eisini!! Fríggjad-leygardag 4-5 novembur í Haldórsvíkar avhaldshúsi. Man kann tilmelda seg í missiónshúsinum.

Hesi hava ábyrgd:

Reidunn Herlufsdóttir, Linda Dahl-Olsen, Jóhanna Wenningstedt, Finn Larsen, Haraldur S Hammer, Eyðstein Zachariasen, Jákup E Petersen.

Vit síggjast í Hvalvíkar Missiónshúsi