TRIVNAÐARÆTLAN
Trivnaðarætlan

Trivnaðarætlan

Trivnaður er ein grundleggjandi fyritreyt fyri at næmingarnir kunnu læra, mennast og trívast. Tað sama er galdandi, um starvsfólk skúlans skulu støðast og mennast.

Tað  er umráðandi

- At hava góðar arbeiðsumstøður

- At hava arbeiðsamboð og tilfar

- At hava tað ruddiligt í og rundan um skúlan

- At skúlin verður væl hildin

- At hava góðar umstøður í fríkorterunum

At hava góðar arbeiðsumstøður : Tað hevur stóran týdning fyri arbeiði í skúlanum, at arbeiðsumstøðurnar eru góðar. Tað vil siga, at hølir eru í góðum standi, at tað er reint, ljóst, heitt og annað.

At hava arbeiðsamboð og tilfar : Um skúlin skal virka væl, so er neyðugt, at lærara og næmingar hava tey amboð, sum tey hava brúk fyri í tí dagliga. Eisini er neyðugt at hava fjølbroytt tilfar, soleiðis at allar lærugreinar kunnu setast javnt.

At hava tað ruddiligt í og rundan um skúlan : Fyri trivnaðin eiga øll at læra at taka upp eftir sær – bæði inni og úti. Ein røklaskipan eigur at vera í hvørjum flokki, so at allar stovur eru ruddiligar og væl frágingnar hvønn dag. Eisini skulu savnsrøktararnir syrgja fyri, at goymslurúmini eru rudduligar og gera vart við seg, tá ikki verður gingið nóg væl um. 

Fyri at halda tað reint og ruddiligt rundan um skúlan, verður álagt næmingunum at taka upp eftir sær og fara væl um. Ein røklaskipan sjal eisini vera á fríkorterunum.

At hava góðar umstøður á fríkorterunum : Tað er ofta á fríkorterunum at happing og annað líknandi gongur fyri seg, tí hevur tað stóran týdning fyri børnini, at tey hava góðar umstøður til spæl og annað mennandi á fríkorterunum. Tessvegna eigur økið rundan um skúlan at gerast áhugavert og fjølbroytt hjá børnunum at spæla í.

Tað sosiala millum børnini í skúlanum er :

- At hava tað gott í flokkinum

- At hava tað gott í skúlanum

- At eingin happing er í skúlanum

- At hava álit á hvørjum øðrum

- At tora at menna seg sjálvan

- At hava ávirkan og ábyrgd

- At fáa frið/arbeiðsfri til at virka

At hava tað gott í flokkinum : Um ein flokkur skal virka nóg væl saman, so er neyðugt, at allir næmingarnir verða virdir fyri tað teir eru og at teir læra at góðtaka hvønn annan. Dentur eigur at leggjast á gott samanhald og góða og fjølbroytta næmingalagaðaundirvísing. 

At hava tað gott í skúlanum : Um ein næmingur skal trívast í skúlanum, so er neyðugt, at hann kennir seg tryggan á veg í skúla, í tímanum, á fríkorterinum og á veg heim úr skúlanum.

Eingin happing er í skúlanum : Um næmingarnir skulu mennast, er neyðugt at halda eyga við, at eingin happing fer fram í skúlanum. 

At hava álit : Um samstarvið millum børn, lærarar og heim skal virka, so er neyðugt at hava álit á hvørjum øðrum. Tað ber til at menna hetta álitið millum partarnar við at tosa saman, so at vit altíð vita av hvørjum øðrum. Tað hevur týdning, at vit duga at siga frá á røttum stað til rætta tíð.  Um ein næmingur skal mennast, er neyðugt at hann torir at vera tann, hann er, og at hann góðtekur seg sjálvan við teimum møguleikum og avmarkingum, sum hann hevur. Um ein skal halda fram við at tora, so er neyðugt, at verða virdur fyri tað ein er og ger.

At hava áviran og ábyrgd : Tað er gott og sunt at kunna ávirka og hava møguleika til tess, men tað fylgir ein stór ábyrgd við ávirkan. Ávirkan kann vera jalig ella neilig og tí er neyðugt at læra at síggja avleiðingar av tí at hava ávirkan.

At fáa frið/arbeiðsfrið til at virka : Øll eru ymsik, men fyri tey flestu er neyðugt at hava arbeiðsfrið í tímunum. Hetta eigur til eina og hvørja tíð at raðfestast høgt í skúlanum og tí eiga lærara at standa saman um, at í skúlanum skulu øll hava arbeiðsfrið.

Hvør hevur ábyrgd av starvsfólk skúlans trívast : 

- Skúlaleiðarin

- Álitisfólkið

- Skúlastýrið

- Lærararnir

- Foreldrini

- Næmingarnir

Skúlaleiðarin : Skúlaleiðarin hevur høvuðsábyrgdina av øllum skúlanum, tí eigur hann at gera sítt til at lærararnir trívast í skúlanum.

Skúlastýrið : Umframt at fylgja við í øllum sum fer fram í skúlanum, so kann skúlastýri eisini verða við til at skapa trivna millum starvsfólkini á skúlanum við at skipa fyri tiltøkum, sum eru til frama fyri trivnaðin á skúlanum og millum heimini og skúlan.

Skúlastýrið eigur eisini at kunna foreldrinu um reglur á skúlanum og vísa á, hvør hevur ábyrgd av hvørjum.

Skúlastýrisins uppgáva er eisini at taka stig til neyðug tiltøk, sum kunnu menna lærararnar, næmingarnar og foreldrini. Hetta kann gerast við at fyriskipa fundir, skeið og annað.

Góð hugskot trivnaðinum at bliva betur : 

- At hava flokksins tíma oftari
- At gera meira tiltøk saman
- At stóla uppá hvønn annan
- At tosa um tingini, um okkurt er á vási
- At øll eru vi uppá tað
- At brúka ordligan málburð
- At virða onnur, sum sjálvan teg