FAÐIRVÁR
Faðirvár

 

Ymiskt: 

 

  • INNGANGSBØN    

    Latið okkum øll biðja!

    Harri, vit eru komin inn í hetta heilaga hús títt fyri at vera saman við tær, biðja til tín, hoyra og syngja um teg og takka tær fyri lívið, sum tú hevur givið okkum.

    Kom nú sjálvur  til okkara í orði tínum og tala til okkara.

    Hjálp okkum at lurta eftir tí, sum tú hevur at siga okkum, og at gera eftir tí í dag og hvønn dag.

    Harri, tak ímóti okkum! Amen.

     

  •  

    ÚTGANGSBØN  

    Latið okkum øll biðja!

    Harri, vit takka tær, fyri at tú vildi taka ímóti okkum.

    Verð hjá okkum, tá ið vit fara heim.

    Hjálp okkum at gleða teg, at gleða onnur menniskju og at fara væl um skapanarverk títt.

    Fyrigev okkum, tá ið vit gera nakað skeivt.

    Varðveit okkum hjá tær í dag og hvønn dag.

    Harri, hoyr bøn okkara! Amen.