Fartelefonir

Fartelefonfríur skúli

Ein av dagsins avbjóðingum í fríkorterunum í Skúlanum við Streymin er, at fáa næmingarnar at vera saman, hugna sær, tosa og spæla saman. Av tí at fartelefonin er órógvandi og ofta forðar fyri vanligari samveru, hevur skúlin avgjørt, at nýtsla av fartelefonum ikki er loyvd á skúlans øki.

Í Skúlanum við Streymin eru vit av teirri fatan, at næmingar koma í skúla at læra sum mest, eins og skúlin er pallurin, har sosialu evnini hjá næmingunum mennast.

Sosialu evnini mennast best gjøgnum venjing andlit til andlits, og tí vil skúlin, at talgildu amboðini ikki órógva sosialu samveruna hjá næmingunum.

Sum er, sita børn við talgildu amboðunum í nógvar tímar um dagin. Í Skúlanum við Streymin verða talgildu amboðini einans tikin fram, tá næmingar skulu nýta tey í samband við undirvísing.

Næmingarnir í grund og miðdeildini

Næmingarnir í grund og miðdeildini skulu hava telefonirnar sløktar í taskuni allan skúladagin.

Næmingarnir í hádeildini

Í fríkorterunum stendur tað næmingunum í hádeildini frítt at spæla borðspøl í Torginum, fótbólt og onnur bóltspøl í ítróttarhøllini, ella at sita í ymisku krókunum og práta.

  • Tá ið næmingarnir koma í skúla um morgunin, skulu tey leggja telefonirnar í eitt fartelefonskáp, sum er í flokshølinum. Hetta skápið verður læst.
  • Telefonin verður liggjandi har, til skúladagurin er liðugur. Hetta merkir sostatt, at næmingurin ikki brúkar telefonina í skúlatíðini, uttan so at lærarin gevur næmingunum loyvi til tess í tímanum í samband við undirvísing. Tá undirvísingin er liðug, skal telefonin leggjast aftur í skápið og skápið verður læst.
  • Hevur næmingurin tørv á at ringja, kann hann læna telefonina hjá skrivaranum ella í starvsfólkarúminum.
  • Verður telefonin tikin fram í skúlatíðini, uttan loyvi frá læraranum í tímanum, tekur lærarin telefonina frá næminginum og leggur hana á skrivstovuna hjá leiðsluni. Foreldrini kunnu koma eftir telefonini, tá næmingurin hevur fingið frí.