VEGLEIÐING
Vegleiðing

Vegleiðing er til 9.fl. og 10.fl. (Skrivlig próvtøka)

Til allar skrivligar royndir og próvtøkur skulu næmingar 9.fl. og 10.fl. brúka eyðkennisstrong. Eyðkennisstrongurin er settur saman av: skúlanummari(081), lærugreinastytting, lærugreinastigi, brúkaramerki og navni próvtakarans.

Dømi um eyðkennisstrong:

Føroysk framseting í 9.fl., og næmingurin eitur Hans Hansen:

081-FØR-fra-9fl-9a-hh1905s7-Hans Hansen

Lærugreinastyttingar:

DAN-fra-9fl     Danskt, framseting 9. flokkur
DAN-mál-9fl   Danskt, mállæra 9. flokkur
DAN-fyr-9fl     Danskt, fyrisøgn 9. flokkur
DAN-les-9fl    Danskt, lesifatan 9. flokkur
DAN-fra-10fl   Danskt, framseting 10. flokkur

ENS-fra-9fl     Enskt, framseting 9. flokkur
ENS-mál-9fl   Enskt, máluppgáva 9. flokkur
ENS-fra-10fl   Enskt, framseting 10. flokkur

FØR-fra-9fl     Føroyskt, framseting 9. flokkur
FØR-mál-9fl   Føroyskt, mállæra 9. flokkur
FØR-fyr-9fl     Føroyskt, fyrisøgn 9. flokkur
FØR-les-9fl    Føroyskt, lesifatan 9. flokkur
FØR-fra-10fl   Føroyskt, framseting 10. flokkur

STØ-gre-9fl     Støddfrøði, greiðslurokning 9. flokkur
STØ-fim-9fl     Støddfrøði, fimisrokning 9. flokkur
STØ-gre-10fl   Støddfrøði, greiðslurokning 10. flokkur

Forrit á teldunum:
Tað er sera umráðandi, at próvtakararnir nýta niðanfyri nevndu forrit.

Kagi:
Firefox. Nýggjasta slepping kann takast niður ókeypis av netinum her: https://www.mozilla.org/da/firefox/new/)

Skriviforrit:
Office 2010 ella nýggjari. LibreOffice, útgáva 4.0 ella nýggjari, kann takast niður her: https://da.libreoffice.org/

PDF-lesari:
Adobe Reader, útgáva 11.0 ella nýggjari (kann takast niður her: https://get.adobe.com/dk/reader/

Flash:
Adobe Flash Player, útgáva 12.0 ella nýggjari (kann takast niður her: https://get.adobe.com/flashplayer/

Verða onnur forrit brúkt, kunnu vit ikki tryggja góðskuna.

Oyrnalurt
Allir próvtakarar skulu hava oyrnalurt við til skrivligu próvtøkurnar, tí tekstirnir verða lisnir upp umvegis teldu, ella tekstir kunnu á annan hátt hoyrast.

At goyma próvtøkuavrikið
Allir próvtakarar skulu duga at goyma eitt skjal, sum er skrivað í einum skriviforriti, sum PDF-skjal

Próvtøkuavrik
Eyðkennisstrongurin skal tilskilast í øllum próvtøkuavrikum, sum verða latin til dømingar. Eyðkennisstrongurin skal tilskilast ovast á hvørjum arki. Øll ørk skulu vera talmerkt, t.e. síða 1 av X síðum, síða 2 av X síðum o.s.fr.

Innlating av próvtøkuavriki:
Próvtøkuavrikið verður sum PDF-skjal latið inn umvegis geyma ella á annan talgildan hátt til vaktirnar.

Skrivið við ”Times New Roman”
Yvirskrift við stødd 16, og tekstin við stødd 12
Reglumillumrúm 1.5 (halvanden linjeafstand)
Reglubrot skulu vísast við dupultum regluskifti
Breddin skal vera líka í høgru og vinstru síðu (lige margener)
Breddin skal vera 2,54 cm í høgru síðu og vinstru síðu. Høvd og fótur skulu eisini vera 2,54 cm. Hetta er standarduppseting
 

Vegleiðandi stílalongd:
Føroyskt og danskt:
8.fl 2600 – 3700 tekn við millumrúmum
9.fl 3700 – 4900 tekn við millumrúmum
10.fl 4900 – 6100 tekn við millumrúmum

Enskt:
8.fl 2100 – 2500 tekn við millumrúmum
9.fl 2500 – 3700 tekn við millumrúmum
10.fl 3700 – 6100 tekn við millumrúmum

Loyvt er at nýta  teldutøkar orðabøkur og rættstavara. Gevið tykkum tíð at rætta stílin væl og virðiliga, so úrslitið gerst so gott sum gjørligt


Støddfrøði (Fimisrokning og Greiðslurokning):
Bæði í fimisrokning og greiðslurokning verða uppgávurnar loystar við hond. Eyðkennisstorngur skal tilskilast á øllum ørkunum,og øll innlatin ørk skulu vera leypandi talmerkt.

Krav til telduna:
Leiðregla er, at teldan neyvan má vera eldri enn 4 ár. Teldan skal kunna brúka forritini, sum eru nevnd omanfyri.