REGLUR
Reglur

Reglur til skrivliga roynd hjá Skúlanum við Streyimin

* Næmingar skulu møta 20 min., áðrenn royndin byrjar

* Næmingar skulu hava egna oyramikrofonir (oyrnalurt) við

* Til allar skrivligar royndir og próvtøkur skulu næmingar brúka eyðkennisstrong. Eyðkennisstrongurin er settur saman av: skúlanummari(081), lærugreinastytting, lærugreinastigi, brúkaramerki og navni próvtakarans. >>> sjá dømi her

* Friður skal vera inni í royndarhølinum

* Næmingar skulu fara út av skúlans øki, tá ið teir eru lidnir í royndarhølinum

* Tað er ikki loyvt hava fartelefonir, I-pad og líknandi við til roynd

* Næmingar skulu ikki samskifta sínámillum í royndarhølinum

* Tað er ikki loyvt at spæla spøl, hyggja at filmi, brúka tekniforrit og lurta eftir tónleiki o.ø. á telduni meðan royndin fer fram

* Vaktin skal fylgja við næmingi, um hann skal út úr próvtøkuhølinum, t. d. á vesi

* Próvtøkutilfar kann ikki takast út úr próvtøkuhølinum, fyrr enn próvtøkan er liðug

* Libreoffice ella annað skriviforrit skal vera á telduni. Libreoffice kann heintast ókeypis á internetinum á http://www.libreoffice.org/

* Dagførd útgáva av forritinum Acrobat Reader skal liggja á telduni. Forritið kann heintast ókeypis á http://get.adobe.com/reader/

* Høvd til framseting og fyrisøgn liggur inni á  www.svs.fo - trýst her 

* Í framseting og greiðslurokning kunnu næmingar fara, tá ið tveir tímar eru farnir, eftir at vaktin hevur givið loyvi at fara

* Um næmingur ikki heldur seg til galdandi reglur, verður hann burturvístur, og heimið verður kunnað

* Um næmingur ikki ynskir at nýta teldu til framseting og fyrisøgn/diktat, skal skúlin hava fráboðan um hetta eina viku frammanundan.