Próvtalsstigin - Próvtøl og próvtalslýsingar
12
Framúr gott avrik: verður givið fyri avrik, sum lýtaleyst ella mest sum lýtaleyst lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.
10
Sera gott avrik: verður givið fyri sera gott avrik, ið við onkrum smávegis lýtum lýkur flestu málini í námsætlanini í lærugreinini
7
Gott avrik: verður givið fyri gott avrik, ið við nøkrum lýt um, væl lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.
4
Hampiligt avrik: verður givið fyri hampiligt avrik, ið hevur fleiri grov lýti og ikki lýkur málini væl í námsætlanini í lærugreinini.
02
Toluligt avrik: sum kann verða góðtikið Verður givið fyri toluligt avrik, ið akkurát stendur mát, og í minsta mun lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.
00
Ikki nøktandi avrik: verður givið fyri ikki nøktandi avrik, ið ikki stendur mát og ikki lýkur málini í námsætlanini í lærugreinini.
-03
Heilt vánaligt avrik: verður givið fyri heilt vánaligt avrik, sum als ikki kann verða góðtikið
Kunngerð nr. 15 frá 28. februar 2013 um próvtøkur fólkaskúlans (Lógarsavn)