BOÐKLIVIN
Boðklivin

BOÐKLIVIN HJÁ 10.A & 10.B

Flokslærari: Flokslærarar: Katrin Højsted (KH) tel. 584 538 , t-post: katrin.hoejsted@skulin.fo & Andreas Lava Olsen (ALO) tel. 223 277 , t-post: andreas.lava.olsen@skulin.fo

*VIKUÆTLAN - trýst     *TÍMTALVA - trýst

Hey tit!

Í sambandi við at jólaroynd hevur verið, hava næmingarnir verið í roynd í einari nýggjari royndarskipan, sum MMR hevur álagt skúlunum, at føra roynd eftir. Í royndarvikuni hava ymiskir tekninskir trupulleikar verið, sum hevur gjørt, at summir næmingar ikki hava kunnað avleverað uppgávur fullgyldigar. Eisini hevur tað víst seg at netið hjá okkum til tíðir ikki hevur virkað nóg væl til skipanina. Hetta er alt nakað, sum vit ikki hava verið fyrireikaði nóg væl uppá. 

Lærarnir í fakunum, hava fingið boð um, at um so er at karakterurin er lægri enn í fyrsta støðumetinum, so er tað karakterurin í støðumetinum, sum er galdandi. Hinvegin um so er, at karakterurin er størri í royndini enn í fyrsta støðumetinum, so er karakterurin í jólaroyndini galdandi. 

Royndarskipanin verður eftimett í komandi viku og vera teir feilir, sum hava verið, rættaðir so skipanin virkar til lítar í várroyndini síðst í februar.

Leiðslan

Hey tit!

Skúlin við Streymin hevur gjørt avtalu við fyritøkuna matpakkin.fo um at næmingar kunnu keypa sær matpakkan til døgurðasteðgin.

Á heimasíðu skúlans er ein leinkja, sum eitur "Matur". trýstið á leinkjuna so koma tit beinleiðis inn á heimasíðuna www.matpakkin.fo

Fyrstu ferð tit bíleggja skulu tit upprætta tykkum sum brúkarar, har tit undir navn skriva navnið á næminginum og flokk.

Um tit eiga fleiri børn í skúlanum, bíleggja tit umaftur og skriva navn og flokk.

Bíleggjast kann dagin fyri og í seinasta lagi kl.7.30 sama dag, sum matpakkin verður koyrdur út.

Leiðslan

Virðiskort til næmingar í eNámi

Góðu foreldur og næmingar í eNámi í Sunda kommunu. Mánadagin tann 4. september 2017 byrjar eNám og í hesum sambandi fara nógv tykkara at hava breytir á Strondum, Fuglafirði og Tórshavn. Av hesi orsøk fáa tit eitt virðiskort, sum ger, at tit kunnu ferðast til og frá heimi til breytirnar við hesum virðiskorti. Virði er fylt á kortið, so tað røkkur fram til, tá breytirnar enda. Av tí at stórt virði er á kortinum, sum næmingarnir fáa, verða teir tí bidnir um at ansa sera væl eftir tí. Um so er, at næmingurin missir kortið burtur, mugu tey/tit boða skúlanum frá beinanvegin antin á svs@svs.fo ella við at ringja 789393. Tað er ábyrgdin hjá næminginum, at virðið á kortinum ikki verður brúkt til annað enn at ferðast til og frá breytunum. Um so er, at tað verður gjørt, mugu foreldrini fylla virðið á ella rinda fyri tað, sum næmingurin hevur brúkt kortið til at ferðast til onnur støð, enn tá tey hava breytir. Mánadagin tann 11. september 2017 fer 10. flokkur í starvsvenjing og tá brúka tey eisini virðiskortið.

Næmingarnir úr Eiðis kommunu nýta skúlakortið bæði til breytir og starvsvenjing.

Vinarliga vegna Skúlan við Streymin

Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri

Depositum á 1.400 kr skal gjaldast inn á konto 6460 0005458449

minst til at viðmerkja navnið á næminginum

 

 

 breytir.PNG

astodi.PNG