BOÐKLIVIN
Boðklivin

Flokslærari: Jan Thomsen (JT)  tel. 272 340  T-post: jan.thomsen@skulin.fo

*VIKUÆTLAN - trýst    *TÍMATALVA - trýst

31082017_breytir_8_.PNG

Skúlin fer nú at skipa fyri lektiuhjálp mikudagar frá 12:35 til uml kl 15. Um tit foreldur halda, at børn tykkara hava tørv at koma til lektiuhjálp, gevið mær so eitt prei. Byrjað verður komandi mikudag

Hey tit!

Skúlin við Streymin hevur gjørt avtalu við fyritøkuna matpakkin.fo um at næmingar kunnu keypa sær matpakkan til døgurðasteðgin.

Á heimasíðu skúlans er ein leinkja, sum eitur "Matur". trýstið á leinkjuna so koma tit beinleiðis inn á heimasíðuna www.matpakkin.fo

Fyrstu ferð tit bíleggja skulu tit upprætta tykkum sum brúkarar, har tit undir navn skriva navnið á næminginum og flokk.

Um tit eiga fleiri børn í skúlanum, bíleggja tit umaftur og skriva navn og flokk.

Bíleggjast kann dagin fyri og í seinasta lagi kl.7.30 sama dag, sum matpakkin verður koyrdur út.

Leiðslan

Til foreldrini.

Viðvíkjandi viðtalunum, so verður mannagongdin broytt at verða hendan. Viðtalur vera mikudagar eftir avtalu við flokslæraran. Boðið frá á tlf 272340 í minsta lagi 2 dagar áðrenn, um nær tit ætla at koma mikudagar í tíðarskeiðnum frá kl 13-16, tí oftani er annað fundarvirksemi á skránni hendan dagin.

Jan

Farið inn á Snar.fo og lesið í Heimssøgu - frá 1700-1900.

Leinkið er her http://snar.fo/skipan/utgavur/snarbook/heimssoega-fra-1700-til-1900/

 

Filmur um Napoleon Bonaparte

https://www.youtube.com/watch?v=FKme9ezLZLQ

Filmur um Fronsku Revolutiónina

https://www.youtube.com/watch?v=5pXxoyk5wOo