4. & 5. flokkur
Góðu foreldur/verjar
Týskvøldið 12-02-19 hevur Elin Michelsen kunnandi tiltak á Skúlanum við Streymin, har evnið “Tryggari á netinum” verður umrøtt.
Hetta er ein árliga afturvendandi fyrilestur fyri foreldrum um:
- Tøkniverðina barn títt/tykkara dagliga er partur av.
- Avbjóðingar, ið fylgja hesum.
- Og víst verður á, hvussu foreldur og børn eiga at fyrihalda seg hesum viðvíkjandi.
Hetta sera viðkomandi evnið, vóna vit, flestu tykkara koma at hoyra meiri um.
Miðhøllin á SvS
Kl. 19.00-21.00
Vegna SSP
Marjun I. Stauss
*SSP er stytting fyri: Skúli, Sosialir myndugleikar & Politiið.
SSP er mannað av umboðum frá øllum hesum bólkum í VEKS samstarvinum, t.e. Vestmanna, Kvívík, Sundalagið og Eiði.
Góðu foreldur
Eg vil kunna tykkum um, at eg havi teknað næmingarnar í 4. flokki til støddfrøðikappingina Pangea.
Fyrsta umfar verður 6. til 8. februar í floksstovuni á Oyrarbakka. Lærari verður saman við næmingunum, men fær ikki hjálpt við at loysa uppgávurnar. Uppgávurnar verða rættaðar hjá Pangea fyriskiparunum.
Um nakar næmingur roknar seg víðari til annað umfar, skal hann til Havnar at loysa fleiri uppgávur. Hetta fáa tit nærri kunning um seinni.
Blíðar heilsanir
Marita
Niðast er eitt jólabræv viðheft, sum vísir, hvat er á skránni hjá skúlanum í jólamánaðinum. Soleiðis kunnu tit øll fylgja við í, hvat er á skránni hvørjar dagar.
Leggið tó til merkis, at onkrar dagar er vanlig undirvísing, so tit mugu eisini fylgja við í vikuætlanini.
Hey tit!
Í sambandi við at næmingar eru gjørdir varugur við ein figur, sum eitur Momo á netinum, vilja vit heita á tykkum foreldur um, at taka eitt prát við børnini um hetta, í so fall at barn tykkara hevur upplivað at onkur hevur sett seg í samband við tey gjøgnum telefon.
Her er ein góð leinkja, sum tit kunnu brúka til prátið:
https://bornsvilkar.dk/faa-gode-raad/digitaltliv/5-gode-raad-til-foraeldre-om-momo-challenge/?utm_source=facebook&utm_medium=timeline&utm_campaign=okt_2018&utm_term=nyhed&utm_content=MOMO&fbclid=IwAR1GjbsLQUJCaJ7iyjVbxXHTy28wvK9Cxcq6ugQyKhE2_ikqV-WLJQc9WmI
Vh
Leiðslan
Hey tit!
Í tímatalvuni hjá næmingunum á heimasíðuni stendur, at næmingarnir hava ítrótt tvær ferðir um vikuna, hetta er ikki rætt. Tímin í ítrótti har (ALO) stendur til at hava er svimjing.
Vh
Leiðslan
Trýst á leinkjuna: https://books.google.dk
Hey tit!
Skúlin við Streymin hevur gjørt avtalu við fyritøkuna matpakkin.fo um at næmingar kunnu keypa sær matpakkan til døgurðasteðgin.
Á heimasíðu skúlans er ein leinkja, sum eitur "Matur". trýstið á leinkjuna so koma tit beinleiðis inn á heimasíðuna www.matpakkin.fo
Fyrstu ferð tit bíleggja skulu tit upprætta tykkum sum brúkarar, har tit undir navn skriva navnið á næminginum og flokk.
Um tit eiga fleiri børn í skúlanum, bíleggja tit umaftur og skriva navn og flokk.
Bíleggjast kann dagin fyri og í seinasta lagi kl.7.30 sama dag, sum matpakkin verður koyrdur út.
Leiðslan
Av tí at tað riggaði væl við tematímunum síðsta skúlaár, so halda vit áfram við hesum í ár. Ætlanin er at royna at hava ein ella tveir tematímar um vikuna, og eins og í fjør verða hesir lagdir fríggjadag. Tað er tó eisini nógv, sum vit skulu náa, so tað kunnu vera vikur, har vit ikki fáa stundir til tematímarnar, men hetta taka vit bara so við og við.
Skúlin við Streymin
Skúlavegur 7
400 Oyrarbakki
Skrivstovutíð
Mánadag til fríggjadag: kl.8-13
(stongt í frídøgum skúlans)
| 789 393 |
| svs@svs.fo |
| 422 157 |
Skúlastjóri | 212 084 |
Varaskúlastjóri | 223 260 |
Skrivari | 789 393 |
Skúlatænari | 280 078 |