Hey foreldur í 4.a
Vit hava nú endiliga eina tónleikastovu aftur. Hon er í skálanum í gamla skúla, og vit hava møguleika fyri at brúka okkurt hølið útfrá skálanum eisini. Hetta gevur okkum møguleikar til at arbeiða í bólkum og skipa okkum á ymsar mátar.
Í 4. flokki taka vit Nótakoyrikort. Hetta inniber, at vit læra nótasystemið gjøgnum klaverspæl. Næmingarnir læra tískil at spæla klaver og tá tey hvør í sær eru komin nóg langt, taka tey eina "roynd", har tey síðan fáa eitt heiðursbræv fyri at hava klára nótakoyrikortið.
Øll taka ikki koyrikort í senn, so næmingarnir eru býttir í 3 bólkar. Meðan ein bólkur tekur koyrikort, loysa hini uppgávur á Meludia, ið er eitt mennandi tónleikaprogram til fólk í øllum aldrum og á øllum stigum.
Tað er spennandi at undirvísa tykkara børnum, og eg vóni at tey fara at fáa nógv burturúr tónleikaundirvísingini tey næstu 3 skúlaárini :)
Vh Vanja
png-mynd : Næmingayvirlit: Handaverk og list (Køk, hondarbeiði og evning)
Skúlin við Streymin
Skúlavegur 7
400 Oyrarbakki
Skrivstovutíð
Mánadag til fríggjadag: kl.8-13
(stongt í frídøgum skúlans)
| 789 393 |
| svs@svs.fo |
| 422 157 |
Skúlastjóri | 212 084 |
Varaskúlastjóri | 223 260 |
Skrivari | 789 393 |
Skúlatænari | 280 078 |